Veturin hevur fastatøkur á Stokkhólmi. Tollbúðirnar eru stongdar av kava, og tað slepst hvørki inn ella út úr býnum. Foreldraleysa Mika býr á barnaheiminum. Fyri at bjarga sær hevur hon hvest sínar sera góðu gávur at síggja hvønn lítlan staklut og allar hóttandi støður.
Eina náttina kemur ein ræðslusligin, ungur maður til barnaheimið við einari nýføddari gentu. Tað er byrjanin til eina røð av hendingum, sum setir Miku í størri vanda, enn hon nakrantíð hevði kunnað ímyndað sær.