Klikkað og stuttlig røð við eini rúgvu av aktion, spenningi, kærleika og skemti!
Tá politisturin og politihundurin Greg koma til skaða til arbeiðis, broytir slóðbrótandi skurðviðgerð heimssøguna og kemur við HUNDAMANNI. Við hundahøvdi og menniskjakroppi er hendan djarva hetjan til reiðar at berjast fyri rættvísi. Men klárar hann at hava tamarhald á sær, tá arbeiði kallar?
Hundamaður er klárur at snodda seg fram til brotsgerðir ...