Millum heimsins bestu - Føroyar og olympisku leikirnir

Páll Holm Johannesen

Ert tú ítróttafólk, eru olympisku og paralympisku leikirnir tað hægsta, tú kanst røkka. Leikirnir eru nevniliga størsta ítróttastevnan í heiminum. Á leikunum kappast bestu ítróttafólk í øllum heiminum.

Visti tú:

  • at olympisku leikirnir eru fjórða hvørt ár?
  • at leikirnir er avlýstir tríggjar ferðir av heimskríggi og útsettir eina ferð av koronu?
  • at tað hava verið yvirgangsálop á olympisku leikunum tvær ferðir?
  • at føroysk ítróttafólk ikki sleppa at umboða Føroyar á olympisku leikunum?
  • og at føroysk ítróttafólk hava vunnið nógv heiðursmerki á paralympisku leikunum?

 

Millum heimsins bestu - Føroyar og olympisku leikirnir er um olympisku leikirnar og um røsku ítróttafólkini úr Føroyum, sum hava roynt seg í OL-summarleikunum og PL, paralympisku leikunum.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2024
  • Páll Holm Johannesen
  • Føroyskt
  • Ymisk
  • Ítróttur, OL
  • 80
  • Heft
  • 978-99972-0-969-6
Ein loysn frá Sendistovuni