Bob fær bronsu

Vinnararnir av 15. ICMA-virðislønunum vórðu kunngjørdir í dag. Millum teirra er Bob eftir Bárð Oskarsson, sum fekk bronsu í bólkinum fyri barna- og ungdómsbókmentir. Bárður hevur bæði skrivað og myndprýtt bókina. Hetta er aðru ferð, at Bárður Oskarsson fær eina ICMA-virðisløn. Í 2017 fekk hann silvur fyri Træið.

 

ICMA, ið er stytting fyri International Creative Media Award, leggur dent á sniðgávu og sambandið millum snið av tilfari og móttakara av tilfarinum, og í tí sambandi hevur ICMA ein bókmentabólk, har myndprýðing, prentlist og permur verða heiðraðar. Bókmentabólkurin er eitt samstarv millum ICMA og Motovun Group of International Publishers (MGIP), sum er eitt altjóða samstarv millum bókaforløg. Í oktober í ár vann Bob gull í barnabókmentaflokkinum í MGIP Book Awards. 407 tilmeldingar úr 21 londum vóru við í ársins ICMA-virðislønum, og í bókmentabólkinum vóru 214 bøkur tilsamans.

 

Í bólkinum fyri barna- og ungdómsbókmentir verður mett um sniðið á einari bók, hvussu væl tað hóskar til málbólkin, og hvussu sniðið styrkir lesiupplivinga og -úrtøkuna hjá málbólkinum. Eitt nú verður hugt at stílinum sum heild, um myndprýðingin og søgan hóska saman, og um stavsniðið er egnað til ætlaða lesaran.

 

Vit ynskja Bárði hjartaliga til lukku við virðislønini!

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni