Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Áhugin fyri talvi er vaksandi í Føroyum, og stórur eftirspurningur er eftir føroyskum lærutilfari. Talvsamband Føroya ynskir at nýggir føroyskir telvarar kunnu hugsavna seg við talvborði og fáa frálæru á sínum móðurmáli. Tí er Talvsamband Føroya sera fegið, um at bøkurnar ”Vit telva” nú aftur verða tøkar til nýggjar talvspírar. Bøkurnar umrøða allar partar av talvi, og tí eru fyrstu heftini vælegnað til byrjarar, og seinnu heftini venda sær til royndari telvarar. Røðin er bygd upp, so tú allatíðina mennir tínar førleikar. Bøkurnar eru dygdargóðar og koma óivað at verða til stóra gleði fyri telvarar, og talvfeløg kring landi.
Heftini kosta 49,- kr.
-
07.04.2026Bókaframløga: Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda
-
26.03.2026Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 2026
-
23.03.2026Vælvitjaður Bókaklubbadagur í Klaksvík
-
17.03.2026Bókaklubbadagur í Klaksvík
-
11.03.2026Toran gongur millum 18 tær bestu í Estlandi
-
24.02.2026Hevur tú eina søgu til Mína jólabók 2026?