Væleydnaðar bókaframløgur við Surr
05.07.2026
Barnabøkur kunnu seta samrøður í gongd. Sunnudagin vóru tvær sera væleydnaðar bókaframløgur við Surr - fyrst fyri børn í Listasavninum og um kvøldið fyri vaksin í Reinsarínum.
Surr er nýggj myndabók, sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt.
Til fyrra tiltakið í Listasavninum las Dánial las søguna, Solveig H. Olsen, stjóri í Listasavninum prátaði við Dánial og Anniku um bókina í barnahædd, og at enda við var kreativ verkstova, har Annika lærdi børnini at klippa firvaldar líka sum í bókini.
Seinna tiltakið var í Reinsarínum við evninum: Kunnu barnabókmentir lofta og seta orð á truplar støður? Tóra Petersen, sálarfrøðingur prátaði við Dánial og Anniku bæði um tað, sum barnabøkur kunnu gera, hvussu tær kunnu hjálpa børnum at seta orð á, um okkurt í lívinum trupult.
Hjartaliga til lukku við flottu bókini, Dánial og Annika!