Nýtt STROK og Píka7 eru úti nú!

02.06.2026
STROK 4 og Píka7 blað 4 eru úti. Sum altíð er bløðini full av spennandi lesnaði til børn. Píka7 er til børn uml. 5-9 ár, og STROK er til børn uml. 10-14 ár.

Píka7 blað 4 2026

Hesa ferð seta vit sjóneykuna á bókstavin S! S sum summar, stuttleiki, summarfrí, og sól. Kennir tú fleiri summarslig orð við S?

Vit hava eisini hitt Gabriel, sum fekk ársins barnaheiður 2025 fyri at hjálpa vinmanninum, Adami. Ert tú í neyð, ring 112!

Tú kanst eisini lesa alt um Asia – tann størsta heimspartin bæði í stødd og í fólkatali. Asia er ein sera fjølbroyttur heimspartur við øllum frá kava til regnskógir.

Rabarbugreytur er ordiligur summarmatur, so sjálvandi er uppskriftin í Píka7 upp á rabarbugreyt!

Í fjórða parti av fasta táttinum Okkara kroppur, kanst tú lesa um ”motorin” í kroppinum, nevnliga hjartað. Og søgnin hesa ferð er um mannin, ið var eftir í Lítlu Dímun.

Sum altíð er blaðið eisini fult av skemti, ummælum, fakta og stuttligum uppgávum! Og kanska tú kennir onkur av fittu børnunum í glugganum?

 

Strok blað 4 2026

Hesa ferð hava vit eina stóra samrøðu við tónleikabólkin EBA14, sum vóru í topp 10 til ársins útvarpshitt 2025 við sanginum ”VIT”!

Vit seta sjóneykuna á pubertetin. Tað kann kennast bæði spennandi, løgið og eitt sindur flóvisligt, tá kroppurin broytist.

Vit hava eisini práta við venjaraspírar á Argjum, har børn fáa møguleikan at royna seg sum hjálparvenjarar, sett løgmanni 10 spurningar, og práta við Victor á Lakjuni, sum er partur av Parasport Føroyar.

Sum altíð í STROK er blaðið fult av ummælum av bókum og filmum, uppskriftum, søgum, uppgávum og nógvum, nógvum øðrum! 📚🤾‍♀️