Landsstýrismaðurin í mentamálum vitjar

16.06.2026
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur vitjað Bókadeild Føroya Lærarafelags, har Sigfríður Sólsker, stjóri, tók ímóti, og sum saman við starvsfólkum greiddi frá virkseminum Bókadeildini. Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jákup Eli Olsen, var eisini við undir vitjanini.

Samanborið við onnur smá tungumál er føroyskt sera væl fyri, tá talan er um útgávur av bókum til børn og ung. Ein av orsøkunum er góða undirtøkan fyri Bókaklubbanum, sum Bókadeildin bjóðar fram. Tað hevur sera stóran týdning fyri málmenningina hjá børnum, at tað verður lisið nógv fyri teimum, og at tey sjálvi eisini fáa hugin at lesa, tá tey eru nóg búgvin til tað.

Bókadeildin gevur eisini tvey barnabløð út, sum øll børn í Føroyum fáa ókeypis við stuðli frá landi og kommunum. Tey yngru børnini fáa Píka7, meðan tey eldru fáa Strok. Landsstýrismaðurin fegnast um alt, sum verður gjørt fyri at styrkja málmenningina og lesihugin hjá børnum og ungum. 

Sigfríður S. Sólsker, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags og Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum