Kalt blóð endiliga aftur at fáa

28.04.2026
Eeendiliga eru nýggjar bøkur í røðini Kalt blóð at fáa. Samstundis eru tær fyrstu í røðini aftur til keyps.

Drápshundar og Í síðstu løtu eita tær báðar nýggju bøkurnar í røðini Kalt blóð, sum júst eru komnar – nummar 11 og 12 í røðini. Røðin snýr sum systkini Teit og Sigrið og vinmannin Ólav, sum fáa frænir av onkrum løgnum, loyndarfullum ella brotsgerðum, sum tey síðan seta sær fyri at kanna og uppklára. Og í hvørjari bók koma tey sær í stóran vanda.

Í nýggjastu bókini sita Teitur og Ólavur niðurbundnir í hoyggjhúsinum. Framman fyri teir er rúmið, har hundarnir skulu berjast. Bæði tann hvíti pitbullurin og staffordshirin eru klárir. Knappliga sleppa teir leysir. Teir kasta seg goyggjandi og glepsandi eftir hvørjum øðrum. Í bókini, sum kemur í aðru viku, er aftur stórur spenningur.

Tað er Jørn Jensen, sum hevur skrivað, og Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt.

Tíggju tær fyrstu bøkurnar í røðini komu út fyri einum fimtan árum síðan, og tær hava allar verið útseldar leingi. Nú eru tær prentaðar uppaftur.

HEVUR TÚ KALT BLÓÐ OG NERVAR AV STÁLI? SO LES BØKURNAR Í RØÐINI KALT BLÓÐ.