Bókaslúkurin: Soleiðis kunnu vit tosa um myndabøkur
Myndabøkur eru meira enn bert myndir. Myndabøkur hava ofta ein størri boðskap, enn tú í fyrsta umfari gevur tær far um, sum ger tær væl egnaðar til undirvísing og samrøður við børn og ung.
Høvuðstankin við Bókaslúkinum er, at tað skal gerast lættari fyri foreldur, námsfrøðingar og lærarar, ið arbeiða við børnum, at tosa við børn um bókmentir úr hinum norðurlondunum, soleiðis at vit kunnu vera við til upplýsa børn um bókmentir í okkara grannalondum.
Á heimasíðuni bokslukaren.org er tilfar til 61 norðurlendskar barnabøkur. Millum hesar eru tær flestu av myndabókunum, sum hava verið tilnevndar til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið fleiri av hesum bókunum út. Trýst á heiti niðanfyri fyri at taka tilfarið niður:
- Abbi og eg og abbi - Dánial Hoydal, Annika Øyrabø
- Strikurnar - Dánial Hoydal, Annika Øyrabø
- Øll telja við - Kristin Roskifte
- Tá Mumbo Jumbo varð risastórur - Jakob Martin Striid
- Tann fantastiski bussurin - Jakob Martin Striid
- Flata Kaninin - Bárður Oskarsson
- Stríðið um tað góða grasið - Bárður Oskarsson
- Træið - Bárður Oskarsson
- Georg er horvin - Ragnar Aalbu
- Loftar tú mær? - Rakel Helmsdal
- Mítt botnlív - Linda Bondestam
- Klandursskrímsl - Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler
- Neyðars skrímsl - Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler