Bókaklubbadagur í Klaksvík

17.03.2026
Bókaklubbadagur verður í Klaksvíkar bókasavnið 21. mars kl. 11-15! Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki og góðum bókatilboðum. Allan dagin er kreativ verkstova og kaffi/te/saft og okkurt gott afturvið er at fáa.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

 

Skrá

11:15 Søguløta – Djarva Sára Skinfluga

  •  Mourits Mohr Joensen lesur sína fittu søgu um djørvu Sáru Skinflugu.

11:45 Hundamaður vitjar

  • Heilsa upp á Hundamann og tak eina selfie saman við honum.

12:00 Hoyr um Bókaklubban

  • Í Bókaklubbanum fært tú eina bók beint til dyrnar sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?

12:15 Søguløta – Sjókæti A-OY

  • Sólrún Michelsen lesur upp úr flotta undirsjóvarstavraðnum.

12:45 Operetturnar framføra

  • Barnaleikbólkur undir leiðslu av Biritu Adelu Davidsen.

13:15 Søguløta – Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda

  • Vár Berghamar Jacobsen lesur fimtu bókina, sum kemur út síðst í mars.

13:30 Lesidreingir í Klaksvík – sofaprát

  • Rani, Róar, Jónatan og Sámuel í 3. flokki á Skúlatrøð práta um yndisbøkur og lesing.

14:00 Søguløta – Bjarta bustar tenn

  • Silja Aldudóttir kemur at lesa nýggju, fittu søguna um lítlu Bjartu, sum ikki vil busta tenn.

14:15 Hundamaður vitjar

  • Heilsa upp á Hundamann og tak eina selfie saman við honum.

14:30 Hoyr um Bókaklubban

  • Í Bókaklubbanum fært tú bókina beint til dyrnar sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?

 

Vilt tú verða limur í Bókaklubbanum og fáa eina bók í postkassan sjey ferðir um árið? Møguleiki verður at skráseta seg sum lim í Bókaklubbanum á degnum. Les meira um Bókaklubban á bokaklubbin.fo

Stuðlar hjá Bókaklubbanum eru Føroya banki, LÍV og Smyril Line.