Bókaframløga fyri børn: Surr
28.06.2026
Sunnudagin 5. juli kl. 14 bjóðar Bókadeild Føroya Lærarafelags børnum og vaksnum til hugnaliga bókaframløgu á Listasavni Føroya við myndabókini "Surr", sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt.
Surr er ein vøkur søga um eina gentu, sum kennir seg øðrvísi og hevur ilt við at savna tankarnar í skúlanum og heima. Teir surra sum vespur. Men hon dugir at tekna sum ongin annar. Tá hon teknar, gerast vespurnar til firvaldar.
Skrá
- Dánial Hoydal lesur Surr
- Hví surra tankarnir? – samrøða í barnahædd við Dánial og Anniku, stýrd av Solveig Hanusardóttir Olsen
- Kreativ verkstova: Børn kunnu gera sín egna firvald saman við Anniku
Bókin verður til sølu fyri serprís, og kafein í listasavninum verður opin.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
-
08.07.2026Summarlesiavbjóðing til børn og ung
-
07.07.2026Ung lesa – nýtt poddvarp um ungdómsbøkur
-
05.07.2026Væleydnaðar bókaframløgur við Surr
-
29.06.2026Tá tankarnir surra - Hví eri eg ikki sum hini?
-
26.06.20265 nýggjar bøkur til summarið
-
17.06.2026Bókaslúkurin: Soleiðis kunnu vit tosa um myndabøkur