Bob vann gull í Frankfurt
Týskvøldið 15. oktober vann Bob eftir Bárð Oskarsson gull í barnabókmentaflokkinum hjá MGIP Book Awards 2024.
Bárður hevur áður vunnið MGIP Book Award fyri Træið í 2017, og í síðstu viku varð kunngjørt, at myndabókin Bob fekk The White Ravens-heiðursmerki frá The International Youth Library. Harumframt hevur Bárður fingið fleiri aðrar virðislønir og tilnevningar.
Sanna A. Dahl, ritstjóri á Bókadeildini, tók ímóti flotta heiðurspróvnum í Frankfurt í gjár vegna Bárð og Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Bob út á vári 2024. Bob er longu útgivin í Danmark og fekk frálík ummæli, m.a. í Weekendavisen. Rættindini til Bob eru seld til USA, og áhugi er frá fleiri øðrum londum.
Vit ynskja Bárði hjartaliga til lukku við heiðrinum!
-
09.01.2026Bókaárið 2025
-
22.12.202530 ár við góðum søgum frá Rakel Helmsdal
-
31.10.2024Elin Michelsen fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024
-
15.10.2024Jól í Hogwarts útgivin kring heimin í dag
-
10.10.2024Bárður Oskarsson fær The White Ravens 2024-heiðursmerki fyri myndabókina Bob
-
04.10.20245 nýggjar barnabøkur á føroyskum