Bókadeildin skipar fyri spennandi skúlatiltøkum á Bókadøgum. M.a. kemur kendi norski barnabókarithøvundurin Arne Svingen at tosa um bókina Ein himmal fullur av skýggjum, sum kom á føroyskum í vár. Tað er upplagt at lesa og arbeiða við bókini í undirvísingini frá summarferiuni og fram til novembur og enda við einum braki á Bókadøgum. Bókin er stuttlig og løtt at lesa, samstundis sum hon viðger háaktuell evni sum veðurlagskreppu, sjúku og vinaløg.
Afturat tí koma spildurnýggjar og forvitnisligar føroyskar bøkur í heyst, og vit vilja fegin bjóða flokkum inn at hoyra um bøkurnar. Tað er ein frálíkur máti at byrja at lesa og arbeiða við bókunum í undirvísingini.
Skúlatiltøk á Bókadøgum:
Ein himmal fullur av skýggjum - Arne Svingen. Málbólkurin er 4.-6. flokkur.
Toran gongur - Rakel Helmsdal. Málbólkurin er 5.-7. flokkur.
Flytifuglar - Elin á Rógvi. Málbólkurin er 4.-7. flokkur.
Bókadagar eru í Norðurlandahúsinum 17. - 19. november 2023.
Meiri kunning kemur seinni. Fylg við á hesi síðu.