Tórunn Karina Henriksen

Tórunn Karina Henriksen

Tórunn Karina Henriksen (f. 1975) hevur útbúgving frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og hevur havt áhuga at skriva, síðan hon var heilt ung. Í 2010 gav hon sína fyrstu skaldsøgu út á donskum, Månelyset viste vej, sum snýr seg um Leu, sum rýmir av landinum til stórbýin. Harumframt hevur hon havt nakrar stuttsøgur í Míni jólabók, og nýggjasta útgávan er ungdómsbókin, Loynigentan, frá 2021, sum m.a. viðger sálarsjúku og nethapping.

Skrivistílurin hjá Tórunn er ofta sosialrealistiskur, og hon lýsir hvussu menniskju hava tað í øllum samfelagsløgum.

 

Útgávur

2021 Loynigentan

Bøkur