Steinbjørn B. Jacobsen

Steinbjørn B. Jacobsen

Steinbjørn B. Jacobsen (1937-2012) var rithøvundur úr Sandvík. Hann var giftur við Ingrid, og tey fingu fimm børn.
Eftir at hann hevði tikið realprógv var hann til skips undir Grønlandi og Íslandi.
Steinbjørn var á háskúlaskeið á Ask háskúla og fór síðan at læra til lærara á Den Frie Lærerskole í Ollerup, hann hevur verið lærari á Osted Fri- og Efterskole og á frískúla í Vilsted, var á skeið á Krabbeholm háskúla í Skive og tók Dansk Semenariumeksamen í sjey lærigreinum. Starvaðist síðan sum lærari á Skt. Frans skúla og í Húsavík frá 1966 til 1970, har hann var virkin í ungmannafelagslívinum og setti tveir leikir á pall har. Hann var stjóri á Føroya Fólkaháskúla frá 1970 til 1980 og frá 1981 til 1997 starvaðist hann á Tórshavnar kommunuskúla.
Steinbjørn var við til at endurstovna Rithøvundafelagið í 1967 og var valdur í nevndina, har hann sat til 1979. Hann stjórnaði fastari síðu í blaðnum Glugganum, sum kom út aftur í 1968. Var við til at stovna Fólkafylkingina móti EEC í 1971 og var virkin har. Var ritstjóri á Varðanum saman við Gunnari Hoydal frá 1977 til 1981. Var nevndarlimur í nýstovnaða Móðirmálslærarafelagnum frá 1981 til 1987.
Steinbjørn hevur latið ein hóp av skrivligum tilfari frá sær, serliga yrkingar, myndabøkur, barnabøkur og sjónleikir, hann hevur eisini gjørt skrivað og savnað tilfar til frálæru í føroyskum, seinast hevur hann skrivað endurminningar í tveimum bindum. Umframt at hava givið út á Bókadeildini hevur hann eisini givið bøkur sínar út á forlagnum Steplið, Fannir og Føroya Skúlabókagrunni.
Tær tríggjar ryssubøkurnar, Hin reyða ryssan, Maria og rossið og Reyða komu eisini út í norskari týðing.

 

Útgávur:

1979 Hin reyða ryssan
1980 Maria og rossið
1981 Lív og dýrini
1983 Reyða
1984 Læraramyndir. Skúlablaðið. Serblað
1984 Si og Sú
1987 Si og Sú síggja
1989 Vár og mánin
1991 Tvey systkin
1992 Lítli Páll í Nólsoy
2004 Grund 1
2005 Grund 2

 

Heiður:

1976 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs
1981 Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagurbókmentir
1985 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs

 

Bøkur