Sigurð Joensen

Sigurð Joensen

Sigurð Joensen (1911-1993) úr Gjógv og var løgfrøðingur, politikari og rithøvundur. Hann starvaðist sum landsrættarsakførari og hevði skrivstovu í Havn til 1984. Sat í tólv ár á tingi fyri Tjóðveldisflokkin. Sigurð undirvísti eisini á Fróðskaparsetrinum í løgfrøðimáli og á Sjómans- og Maskinskúlanum í sjórætti. Fyrsta upprunaføroyska barnabókin, Gráa dunna, kom út í 1958, og hana hevði Sigurð Joensen skrivað. Hann skrivaði eisini søgur í Mína jólabók.

 

Útgávur:

1995 Bókstavirnir
1958 Gráa dunna

 

Heiður:

1977 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
1987 Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens

 

Bøkur