Ólavur Michelsen (1933 – 1978) var føroyskur rithøvundur og lærari. Uppvaksin í Øravík. Tók læraraprógv í 1958 og var lærari í Fámjin, á Toftum, Kvívík, Sankta Frans skúla og í Kommunuskúlanum.
Hann var virkin í politikki fyri Tjóðveldisflokkin, sat í Býráðnum í sjeytiárunum og var blaðstjóri á 14. September í seksti og sjeytiárunum. Hann var við til at stovna Rithøvundafelag Føroya saman við Williami Heinesen og Tummas Napoleon Djurhuus.
Útgávur:
1961 Kirkjusøga
1970 Hundur og húsbóndi í Barnajól
1978 Brøgd og bjørg
1990 Rossini á Skoradali
Heiður:
1991 Norðurlendska Barnabókavirðislønin