Mikkjal á Ryggi

Mikkjal á Ryggi

Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (1879-1956) var rithøvundur og starvaðist sum lærari. Hann var føddur í Miðvági, gekk í realskúla í Havn og háskúla niðri. Hann starvaðist sum lærari í Bø og Gásadali í 25 ár. Hann var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1924-28, og hóast hann ikki var læraralærdur, var hann í stjórn Føroya Lærarafelags 1927-34, eitt skifti sum formaður.
Í 1948 var Mikkjal gjørdur heiðurlimur í lærarafelagnum, vegna ta stóru virðing lærara høvdu fyri honum og starvi hansara. Hann var giftur við Binu á Ryggi, tey búðu í Sørvági og átti ongi børn. Mikkjal á Ryggi skrivaði longu í 1926 eina landalæru, síðan eina dýralæru og tað tá sera kendu og væl dámdu Fuglabókina í 1951. Hann er eisini væl kent sálma- og sangskald, dugdi m. a.a væl at lýsa arbeiðslív. Mikkjal doyði av tuberklasjúkuni og liggur grivin í kirkjugarðinum í Sørvági.

 

Útgávur:

1935 Álkan, Símun við sementinum, Gott er at vera gávumildur I-II, At býta og at bíta, Ljót gerð, Veðrur Palla I-II, Hávurin, Lunnurin, Illi Nils, Trøllkonufingur, Raskur drongur í Føroyskum aftursagnum
1935 Dýralæra
1971 Klovin og glerpípan í Sig mær eina søgu
1994 Mikkjalsbók

Bøkur