Maria Mikkelsen

Maria Mikkelsen

Maria Mikkelsen (1877-1956) var fødd í Havn og flutti til Keypmannahavnar í 1898, har hon fyrst starvaðist í bókhandli í umleið 20 ár og síðan á Ríkisarkivinum í meira enn tjúgu ár. Maria var kend millum føroyignar í Keypmannahavn, bæði sum ein, sum rætti eina hjálpandi hond til teirra, ið komu niður, og eisini sum rættlesari av føroyskum skaldskapi.
Hon skrivaði av tí sama kanska ikki so nógv sjálv, men hevur tó yrkt og týtt sangir, skrivað stuttsøgu og skrivað greinir við persónslýsingum av ymsum føroyingum. Hon flutti aftur til Føroya í 1947 og doyði í 1956.

 

Útgáva:

1975 A. C. Evensen

Bøkur