Lydia Didriksen

Lydia Didriksen

Lydia Didriksen er fólkaskúlalærari, skúlabókavørður, M.A. í føroyskum bókmentum og máli og rithøvundur. Hon er fødd í 1957 og býr á Argjum.
Lydia hevur verið nevndarlimur í Rithøvundafelagnum, Bókadeildini og á Skúlabókagrunninum. Fyrsti tekstur hennara stóð í tíðarritinum Brá í 1986. Lydia hevur í stuttsøgunum serliga havt ungu gentuna og kvinnuna sum evni. Umframt stuttsøgur og søgur fyri børn og ung, hevur hon ritstjórnað lesibøkur til framhaldsdeild.

 

Útgávur:

1990 Buggi og jólagásin í Míni jólabók
         Skuggar
1997 Stóri Tóri og lítla Lív
1998 Hvør vil eiga myrkrið?
2000 Garðurin hjá Siggu í Míni jólabók
2001 Loynikamarið í Míni jólabók
2002 Tær horvnu brillurnar í Míni jólabók
2009 Mia og Lias
         Mona og Boas
         Tula er vát
         Uglan Una
2010 Mia og Lias ríma
         Sasja úr Afrika
         Sasja fer túr
         Lena og Emil leita
2011 Mina
         Vinir
2014 Einaferð var tað ...
2015 Dís
         Dís rýmir
         Mina og Svarti
2018 Mina, hvør eri eg?
2023 Heimurin hjá Rosu 1 - Grannalagið
         Heimurin hjá Rosu 2 - Á veiðiferð
         Heimurin hjá Rosu 3 - Rosa er ill
         Mamma og eg og orðini
2025 Heimurin hjá Rosu 4 - Rosa leitar og leitar ...
         Heimurin hjá Rosu 5 - Rosa, Rita og Manni ...

 

 

Bøkur