Johannes Andrias Næs (1920-2018) var føddur í Hvalba. Hann var lærari og var skúlaráðgevi fyri serundirvísing í Føroyum, tók prógv sum skúlasálarfrøðingur í 1964. Hann Var nevndarlimur og formaður í Føroya lærarafelag 1959-68, í Føroya skúlabókagrunni 1959-85, harav eitt langt tíðarskeið formaður.
Hann hevur yrkt sálmar og sangir, (dulnevni: Flóvin Flekk), skrivað stuttsøgur, greinir um skúlamál, evnað undirvísingatilfar til. Hann hevur eisini lagt til rættis undirvísingartilfar í føroyskum og kristni. Hann hevur skrivað fleiri søgur í Míni jólabók.
Útgávur:
1972 Stubbar úr søgu Føroya Lærarafelags. Serblað, Skúlablaðið