Jennifer Elizabeth Jacobsen (1946-2014) var gentunavnið, og hon var fødd í San Fransisco í Kalifornia. Hon var dóttir fuglfirðingin Hans Jacobsen, sum familjan í Føroyum misti sambandið við í tjúgunum.
Hon var yngst av átta systkjum og vaks upp í Dale City, sum er ein forstaður bara ein kilometur úr San Francisco. Jennifer fór at lesa á Berkeley í Kalifornia, har hon hitti Curtis Henke, sum gjørdist maður hennara. Tey búðu mesta partin av tíðini í økinum við San Francisco víkina. Sonur teirra, Jonathan, varð føddur í 1972, og dóttirin Natasha í 1975.
Í 1979 fór Jennifer í eitt fyribils parttíðarstarv á University of California Medical Center, men endin var, at hon helt á at starvast har í 26 ár, til hon fór frá við eftirløn í 2005. Mesta partin av starvstíðini var hon forritari og menti eina teldustýrda sjúkujournalskipan, sum varð brúkt á sjúkrahúsum og heilsustovum á heilsumiðstøðini .
Jennifer hevur altíð verið forvitin eftir at sleppa at kenna heimlandið hjá pápa sínum og familjuna, hann var farin frá. Ikki fyrr enn á sumri í 1997 vitjaði hon Føroyar á fyrsta sinni, og úr hesari og mongum fylgjandi ferðum spratt søgan um pápan, sum varð útgivin í 2008.
Útgávur:
2008 Saknaði sonurin