Hans Andrias Djurhuus (1883-1951) var lærari og rithøvundur. Hann var úr Áarstovu í Havn, var bróðir yrkjaran J.H.O.Djurhuus. Hann var til skips eftir skúlagongdina, men fór á háskúla í Føgrulíð 1901-02. Síðani fór hann á læraraskúla og tók prógv í 1905. Hans Andrias var lærari í Klaksvík, Sandavági, Tvøroyri og í Havn.
Hann hevur skrivað ein hóp, bæði fyri børn og vaksin, m.a. yrkingar, smásøgur fyri børn, barnasangir, sjómansrímur, sálmar, sjónleikir og skúlabøkur. Barnasangirnir hjá Hans Andreasi eru vorðnir klassiskir og eru partur av føroyskum mentanararvi.
Útgávur:
1935 Ein trætnaður, Í bjørgum, Óeydna, Tað vóru roðskógvar, Bukaður fiskur, Dekan og stórur er hann, Maðurin, ið fann tjóvin, Hann fekk minnið aftur, Hin íbygdi steinurin, Pávin á Skála, Kapteynurin og Írin, Skipara Hansens steinur, Brillumaurin, Tjóðverjin og barnið, Hanin, Klokkan á norsku Løvu í Føroyskar aftursagnir
1983 Søgur
2010 Barnarímur (1915)
Heiður:
Riddari av St. Ólavskrossinum av fyrsta klassa