Gunnhild Dahl Niclasen (f. 1983) hevur lisið samfelagsfrøði og humanvistfrøði.
Gunnhild hevur skrivað bókina Matur - Okkara virðismikla tilfeingi saman við systir síni Sannu Andrassdóttir Dahl. Tær vóru við at endurstovna FNU, Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, í 2014, og fyrstu árini sótu tær í nevndini. Tær vóru eisini við í VistGrøði umframt í átakinum Kjøtfríur mánadagur – Føroyar.