Guðrun Gaard

Guðrun Gaard er fødd í Keypmannahavn 3. august 1947.
Hon var fýra ár, tá ið hon flutti til Føroya við foreldrum sínum og vaks upp í Havn.
Hon hevur lært til sjúkrarøktarfrøðing og starvaðist nøkur ár sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Í 1985 tók hon exam.art prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum og tók magistaraprógv í norðurlendskum á fróðskaparsetrinum í Odense í 1991.
Síðani hevur hon skrivað Phd ritgerð um Regin Dahl.
Hon starvast sum lektari í føroyskum á Føroya studentaskúla og HF-skeiði.

 

Útgávur:

1982 Snøkil og Snáka
1983 Snøkil og Snáka í haganum
1990 Snøkil og Snáka á vetri
1991 Snøkil og Snáka 1, 2, 3
2003 Um svidnu pussifelluna og øvuta kúvingin
2004 Um træskoyturnar og føðingardagsgávuna, sum hvarv
2005 Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla

 

Umrøða/Ummæli:

Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Leystlitt ævintýr. Fregnir 5. des. 2003
Finnur Jensen: Samstarv millum rithøvund og teknara. Dimmalætting 2. apríl 2004
Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Eitt heppið framhald. Fregnir 16-22. apríl

 

Heiður:

Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs 1983

 

 

Bøkur