Eilif Mortansson

Eilif Mortansson

Eilif Mortansson (1916-1989) var føroyskur rithøvundur, búsitandi í Danmark og skrivaði á donskum. Hann starvaðist í mong ár á Kongliga danska bókasavninum. Fyrsta bók hansara var stuttsøgusavnið Færøske stemninger, sum kom út í 1949. Hann skrivaði sera væl umtóktu gentubøkurnar um Pernille og Susy við dulnevninum Gretha Stevns, men her hjá okkum er hann serliga kendur fyri bøkurnar um Magnus Heinason.

 

Útgávur:

1992 Ein sjógarpur
1993 Sjórænaraskip í eygsjón
1993 Sjórænarar á norðhavinum
1994 Svíkjari innanborða
1995 Seinasta ferð skiparans

 

Bøkur