Christian Matras (1900-1988) var føroyskur yrkjari og málfrøðingur. Hann var føddur og uppvaksin á Viðareiði, gekk í skúla í Havn, í student í Sorø og las í Keypmannahavn.
Hann gjørdist doktari í málfrøði í 1933 og starvaðist sum professari í Keypmannahavn frá 1952 og á Fróðskaparsetri Føroya frá 1965. Hann var heiðursdoktari við lærda háskúlan í Íslandi og í Uppsala. Fyrsta útgáva hansara var yrkingasavnið Grátt, kátt og hátt, sum kom út í 1926.
Útgávur:
1935 ”Burtur í øðrum heimi”, ”Columbus”, ”Gray” í Føroyskar aftursagnir.
2004 Yrkingar.
Heiður:
1965 Heiðursløn M. A. Jacobsen
1980 Heiðursløn M. A. Jacobsen fyri fagurbókmentir