Bárður Oskarsson

Bárður Oskarsson

Bárður Oskarsson (f. 1972) er viðurkendur rithøvundur og teknari úr Tórshavn. Í 2004 útgav hann Ein hundur, ein ketta og ein mús, sum var fyrsta bók, sum hann bæði hevur myndprýtt og skrivað. Bøkurnar hjá Bárði Oskarsson eru týddar til fleiri mál. Tær eru komnar út í Danmark, Noregi, Íslandi, USA, Svøríki, Frankaríki, Týsklandi, Kekkia, Kanada, Bulgaria, Slovenia, Estlandi, Korea og fleiri øðrum londum.

Bárður hevur fingið nógvar stórar virðislønir m.a. Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Træið í 2018. Í 2024 fekk hann mentanarvirðisløn landsins.

Útgávur

2004 Ein hundur, ein ketta og ein mús
2007 Pól, hin kuli giraffurin
2007 Beinið
2011 Flata kaninin
2012 Stríðið um tað góða grasið
2016 Wilbert
2017 Træið
2020 Hilbert
2024 Bob

Heiður

2006 Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins
         Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
         The Golden Pear fyri Fløtu kaninina
2018 Norðurlendska barna- og ungdómsbókmenta prísin fyri Træið
         Barna- og ungdómsbókmentaprís Útnorðurráðsins fyri Træið
2025 Mentanarvirðisløn landsins

 

 

 

 

Bøkur