Árni Dahl

Árni Dahl

Árni Dahl er føroyskur lærari og rithøvundur. Hann er føddur 31. juli 1946 og er giftur við rithøvundanum Marionnu Debes Dahl. Hann hevur verið í blaðstjórnini á Skúlablaðnum 1976-81 og var formaður í Føroya Skúlabókagrunni. Hann hevur skrivað m.a. bókmentasøgu, um kvæði og lesibøkur í føroyskum.

Útgávur:

1998 Føroya Lærarafelag 100 ár
2001 Vinmenn
2021 Vinmenn. 2. broytta útgáva
 

Heiður:

1996 M.A.Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik

 

Bøkur