Dánial Hoydal

    Dánial Hoydal er føroyskur rithøvundur og týðari. Hann er føddur 14. juni 1976 í Tórshavn og hevur lisið retorikk og informatikk á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann starvast dagliga sum sjálvstøður ráðgevi innan samskifti og marknaðarføring.

    Hann hevur týtt sangsleikirnar: Godspell (Tebelak & Schwartz), Eystein & Arnhild (Blak & Kastborg), Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið (Lloyd Webber & Rice), Søgan um ein soldát (Stravinsky & Ramuz), FAME (Fernandez, Levy & Margoshes) og Hair (MacDermot, Ragni & Rado). Allir hava verið framførdir á føroyskum pallum.

    Av upprunaverkum hevur hann skrivað tekstin til fyrstu føroysku operaina, Í Óðamansgarði, sum Sunleif Rasmussen gjørdi tónleikin til. Hann skrivaði eisini tekstin til Ólavsøkukantatuna, sum í 2000 varð framførd á 1000 ára haldinum fyri kristnan Føroya. Hann skrivaði tekstin til sangleikin Audition, sum hann gjørdi saman við tónaskaldinum Tróndi Bogasyni. Harumframt handritið til leikin Í Geyma, sum bygdi á barnabókina við sama navni, ið kom út í 2002. Í 2021 kom út barnabókin Abbi og eg og abbi. Eisini hevur hann skrivað onkrar barnasøgur í og yrkingar í søvnum og tíðarritum.

     

    Útgávur:

    2001 Í geyma
    2006 Eygað í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
    2007 Seks yrkingar í Vencil 2
    2021 Abbi og eg og abbi

     

    Ummæli/umrøða:

    Uni L. Hansen: Legg tær´"Í Geyma" í geyma. Dimmalætting. Skái. 16.mars 2001
    Vígdis Bjarnadóttir: Í geyma. Fregnir 31.05. 2002
    Mortan Ólason Vang: Í geyma - tekstslag, skaldsligar snildir, sjónarhorn og móttakarar í Nýggj leiti, Sprotin 2013

     

     


    Útgávur