Elin Michelsen

    Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan.
    Rimarúmið er fyrsta skaldsøgan hjá Elin, og fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.
     
    Elin er dóttir Sólrún Michelsen, sum eisini er rithøvundur.
     
    Útgávur:
    2021 Rimarúmið - Tóra bók eitt
     
    Ummæli/umrøða:


    Útgávur