Vár B. Jacobsen

    Vár Berghamar Jacobsen er føroyskur leiklistafrøðingur, sjónleikari og rithøvundur. Hon er fødd í 1965 og býr í Tórshavn.
    Hon er útbúgvin kandidatur í leiklistfrøði av lærda háskúlanum í Århus.Vár hevur spælt við í fleiri barnasjónvarpsrøðum hjá KVF, t.d. í jólakalendarum. Vár hevur starvast í KVF frá 1998-2012. Hon hevur undirvíst í leiklist síðan 2001 og hevur starvast í miðnámsskúlanum í Hoydølum síðan 2013.
    Tá ið Vár var 10 ár skrivaði hon eina søgu, sum seinni kom í bókina Hey, øll Føroya børn.
    Í 1999 kom fløgan Søguskrínið út, har hon og maðurin, Páll Danielsen, lesa søgur.
    Vár hevur skrivað og leikstjórnað Likkulikkuleia, sum var send í sjónvarpinum í 1998-2000.
    Hon hevur skrivað útvarpsleikin Luddi og Lundisa, ið varð sendur í Útvarpi Føroya í 2004 og 2005. Hon hevur leikstjórnað Jólakalendaran Pinki, sum Marjun Kjelnæs skrivaði til barnaútvarpið í 2005. Hon hevur skrivað útvarpsleikin: Hvar eru børnini, sum varð sendur í 2005.
    Leikritið til jólakalendarin Jól í Grannalagnum varð skrivað og sent í útvarpinum í 2007, og ein fløga við sangunum var givin út sama ár. Tað var beiggin, Kári Jacobsen, sum gjørdi tónleikin.
    Vár hevur saman við øðrum framført barnaleikin Luddi og Lundisa síðan januar 2018, og nú kemur bókin út um lundapisurnar, sum italska listakvinnan Delia Ciccarelli hevur myndprýtt.

     

    Útgávur:

    1999 Søguskrínið – fløga
    2005 Søguskrínið. 2. upplag
    2018 Luddi og Lundisa
    2019 Luddi og Lundisa, 2. upplag
    2019 Luddi og Lundisa spegla sær
    2020 Luddi og Lundisa og ein risapisa

     

    Heiður:

    2018 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs

     


    Útgávur