Per á Hædd er føddur í 1959 og tók útbúgving sum fotografur í Danmark. Eftir lokna útbúgving hevur Per arbeitt sum fotografur í Føroyum síðan 1982.
Per á Hædd er Føroya fyrsti reklamufotografur. Í 2004, tá Per var við í kappingini Form & Figur hjá Dansk Fotografisk Forening, fekk hann – í kapping við umleið 50 fotografar – fyrstu virðisløn fyri eina mynd av kvinnukroppinum.
Myndprýðingar:
1983 Í útlegd
2001 Góður matur úr sjónum
2002 Okkara kokkur
2004 Fotomyndir í Míni jólabók
2005 Fotomyndir í Míni jólabók
2007 Fotomyndir á fløguni Lort í býin