Jana Jonhardsdóttir er myndaprýðari og myndlistafólk við einum sterkum akademiskum og praksisgrundaðum grundarlagi. Í síni listaligu praksis arbeiðir hon við visuellari frásøgn og skapandi kanningum, har myndamál, stemningur og narrativ eru berandi element. Hon nýtir bæði analogar og digitalar arbeiðshættir og arbeiðir kannandi við form, lit og tilfari sum part av eini støðugt mennandi listaligari tilgongd.
Hon er útbúgvin frá Bath Spa University, Art & Design, í Bath, Somerset í Onglandi, og hevur eina BA í Contemporary Arts og eina MA í Fine Arts. Síðan 2018 hevur hon virkað yrkisliga sum listafólk og hevur drúgvar royndir innan myndlistaøkið, bæði í Føroyum og í Onglandi. Hennara arbeiðsroyndir fevna um virksemi sum myndlistafólk, myndaprýðari, grafiskur sniðgevi og kurator, umframt at hon er og hevur verið nevndarlimur í mentanar- og myndlistanevndum.
Í 2019 fekk Jana Íverksetanarstuðulin frá Mentanargrunni Landsins. Hon hevur luttikið í fjølbroyttum framsýningum, bæði individuelt og í bólki, í Føroyum, Danmark, Onglandi og Italia. Aftrat listaliga arbeiðinum virkar hon sum grafiskur sniðgevi, myndaprýðari og undirvísari, og hon heldur skeið innan myndlistarligt og skapandi virksemi.
Meiri kunning um Janu Jonhardsdóttir og hennara listarliga arbeiði er at finna á:
Instagram: @jana.jonhardsdóttir
Heimasíða: www.jana.fo