Jón Sonni Jensen

Jón Sonni Jensen er úr Vestmanna.
Hann hevur altíð verið kreativt virkin.
Luttók í ólavsøkuframsýniongini Slóðarblóð í Listaskálanum í 2007 og síðan tá havt og skipað fyri framsýningum.
Í posthúskjallaranum í Tórshavn (2007); Á torginum í SMS (2007); í 'Staðnum', Ungdómshúsið í Vestmanna (2008); umborð á Smyrli (2008); Varmakelduframsýningini (2009); ólavsøkuframsýningini í listaskálanum 2009.
Hann hevur eisini prýtt og innrættað ungdómshúsið Staðið í Vestmanna.
Í september 2009 byrjar hann í listaskúla í Onglandi.

 

Myndprýðingar:

2009 Tula er vát (Lydia Didriksen)
         Uglan Una (Lydia Didriksen)
         Vinni vespa (Oddvør Johansen)
        Sjúrður og dvørjamoy, Mín jólabók
        Hundanstíð, Mín jólabók
        Ongin inni, Mín jólabók
        Vit eru ikki vinkonur, Mín jólabók
2010 Mín jólabók
2014 Einaferð var tað ...

 

Heimasíða:

http://www.jonsonnijensen.com/

 


Útgávur