Kathrina Skarðsá

Kathrina Skarðsá er føroyingur/dani, fødd í 1984 í Århus og búsitandi á Vesterbro í Keypmannahavn.
Hon hevur tikið bachelorprógv á Kunsthögskolan í Malmö.
Hon arbeiðir sjálvstøðugt á teknistovu í Ravnsborggade á Nørrebro saman við tíggju øðrum myndprýðarum, rithøvundum, grafikarum og fotografum.
Í 2016 vann hon kappingina millum myndprýðarar, kallað: Skriv, teckna, fortell, sum Gyldendal í Danmark og Norsk Gyldendal skipaðu fyri. Bókin, hon myndprýddi: Oddvold og Vindøen, kemur út í desember 2017.
Tekningarnar hjá henni í Míni jólabók 2017 eru tær fyrstu, Kathrina hevur havt á prenti.

 

Myndprýðing:

2017 Mín jólabók
2018 Katrin í Toftum (Ingun Christensen)
         Miljuløtur (Rakel Helmsdal)
         Marin og Hjartavætturin (Ingun Christensen)
         Mín jólabók
2019 Marin fær ein lítlabeiggja (Ingun Christensen)
          Mín jólabók

 


Útgávur