Helle Thede Johansen

    Helle Thede Johansen (f. 1963) er fødd og uppvaksin í Danmark.

    Sum ung tók hon útbúgving sum fjarritara og sigldi nøkur ár verðina runt á handilsskipum hjá A.P. Møller. Tá ið tøkniliga menningin gjørdi tað møguligt at samskifta uttan fjarritara, fór hon í land og fluttu til Føroyar, og har hevur hon búð síðani miðskeiðis í 1980´unum.

    Helle skrivar bæði á føroyskum og donskum. Felags fyri hennara tekstir er, at teir onkursvegna hava samskifti og sambond sum evni

     

    Útgávur:


    2010 Vikarurin – Tey í 5.B
    2011 Vinurin - Tey í 5. B
    2014 Lokaða landið  - Tey í 5. B

     

    Umrøða:

    Barnaútvarpið hevur samrøða við Helle um Lokaða landið, 19. november 2014

     

    Heimasíða:

    helle-thede.dk

     


    Útgávur