Janus á Húsagarði

    Janus á Húsagarði er føddur í Tórshavn 13. desember 1975.
    Hann hevur teknað, síðan hann var smádrongur. Tað veit hann, tí hann ein dagin hitti ein, hann gekk í barnagarði saman við, sum spurdi hann, um hann framvegis teknaði líka nógv.
    Tá ið Janus var liðugur at ganga í skúla, arbeiddi hann umborð á Norrønu í seks ár ella rættari í seks summur, tí um veturin fjakkaði hann serliga í Asia. Á fjakkaraferðunum hevur hann teknað alla staðni, hann kom fram, og fekk nógvan íblástur, haðani hann ferðaðist.
    Síðani hevur Janus lært til snikkara og hevur búð úti á bygd í Føroyum í nógv ár, men er nú fluttur til Havnar.
    Janus arbeiðir nú sum snikkari, men brúkar nógv av sínum fríløtum at tekna. Dreymurin er at kunna brúka enn meira tíð uppá at tekna, mála, dreya og telgja trælutir.

     

    Útgávur:

    2008 Ferðin hjá Mosamollis
    2010 Ferðin hjá Mosalisu
    2015 Vættrajól

     

    Umrøða:

    Eilen Anthonussen: Føroyska trøllið Mosamollis. Dimma 8. september 2008
    Marianne von Baumgarten: Opsis Salong. Opsis Kalopsis nr 4 2010

     


    Útgávur