Sofía Petersen

    1884-1960

    Sofía Petersen varð fødd í Havn 7/9-1884 og gekk í privatskúla hjá Fanzisku Jacobsen. 16 ára gomul fór hon at seyma fyri fólk; í 1908 fór hon niður til Danmarkar at arbeiða, kom heim aftur í 1916 og arbeiddi á skrivstovu eina tíð. Í 1926 fór hon saman við øðrum at reka seymi- og bindistovu í Havn. Hetta helt fram til 1938.
    Í 1947 kom bókin Í skýmingini út við sagnum, ævintýrum og skjaldrum. Tað mesta hevur hon helst hoyrt ommu sína úr Koltri. Elinborg Lützen myndprýddi útgávuna.
    Sofía Petersen skrivaði eisini søgur í Mína jólabók

     

    Útgávur:

    1951 Mavan og Bien í Míni jólabók
    1952 Vinkonurnar í Míni jólabók
    1953 Soleiðis spældu tey tá í míni jólabók
    1954 Jólatrøllini í Míni jólabók
    1956 Ein góðgerð í Míni jólabók
    1957 Haran í Míni jólabók
    1988 Í skýmingini

     

    Umrøða:

    Bjørg Matras Í skýmingini. Fyrsta føroyska myndabók! Skúlablaðið 8/1988

     


    Útgávur