Mikkjal Dánjalsson á Ryggi

    1879-1956

    Mikkjal á Ryggi var rithøvundur og starvaðist sum lærari.
    Hann var føddur í Miðvági, gekk í realskúla í Havn og háskúla niðri. Hann starvaðist sum lærari í Bø og Gásadali í 25 ár.
    Hann var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1924-28, og hóast hann ikki var læraralærdur, var hann í stjórn Føroya Lærarafelags 1927-34, eitt skifti sum formaður.
    Í 1948 var Mikkjal gjørdur heiðurlimur í lærarafelagnum, vegna ta stóru virðing lærara høvdu fyri honum og starvi hansara.
    Hann var giftur við Binu á Ryggi, tey búðu í Sørvági og átti ongi børn.
    Mikkjal á Ryggi skrivaði longu í 1926 eina landalæru, síðan eina dýralæru og tað tá sera kendu og væl dámdu Fuglabókina í 1951.
    Hann er eisini væl kent sálma- og sangskald, dugdi m. a.a væl at lýsa arbeiðslív.
    Mikkjal doyði av tuberklasjúkuni og liggur grivin í kirkjugarðinum í Sørvági.

     

    Útgávur:

    1935 Álkan, Símun við sementinum, Gott er at vera gávumildur I-II, At býta og at bíta, Ljót gerð, Veðrur Palla I-II, Hávurin, Lunnurin, Illi Nils, Trøllkonufingur, Raskur drongur í Føroyskum aftursagnum
    1935 Dýralæra
    1962 Hin síðsta grágásin í Míni jólabók
    1971 Klovin og glerpípan í Sig mær eina søgu
    1994 Mikkjalsbók
    2012 Barnasálmabókin

     

    Ummæli/umrøða:

    Skúlablaðið 10. hefti 1979
    Mikkjalsbók 1994

     

     


    Útgávur