Christian Matras

    1900-1988

    Christian Matras var føroyskur yrkjari og málfrøðingur.
    Hann var føddur og uppvaksin á Viðareiði, gekk í skúla í Havn, til student í Sorø og las í Keypmannahavn.
    Hann gjørdist doktari í málfrøði í 1933 og starvaðist sum professari í Keypmannahavn frá 1952 og á Fróðskaparsetri Føroya frá 1965.
    Hann var heiðursdoktari við lærda háskúlan í Íslandi og í Uppsala.
    Fyrsta útgáva hansara var yrkingasavnið Grátt, kátt og hátt, sum kom út í 1926. 

     

    Útgávur:

    1935 ”Burtur í øðrum heimi”, ”Columbus”, ”Gray” í Føroyskar aftursagnir.
    2004 Yrkingar.

     

    Umrøða:

    Árni Dahl: Bókmentasøga 2. bls. 109-114
    Hanus Andreassen: húsini í havsbrúnni. Sosialurin 7. des. 1985
    Anne-Kari Skarðhamar: "'Growing up on the Edge of the Abyss'. Childhood Impressions in the Poetry of Christian Matras". I: Scandinavica, XXXV, 1996, s. 71-104.
    W. Glyn Jones: "Nature and Man in Christian Matras's Poetry". I: Scandinavica, XIX, 1980, s. 181-97.
    Anne- Kari Skarðhamar: ”’Hella, hugur og tíð’ – tidserfaring i Christian Matras’ diktning” í Nordisk Litteratur og Mentalitet. 2000. s. 485-92
    Anne- Kari Skarðhamar: ”Det farlige, det frygtelige, det mægtige. Christian Matras´ naturlyrik.” Edda 2001. s. 396-405.
    Anne-Kari Skarðhamar: Meginmáttur Sjálvtasæla Skapandi friður. Bragi nr. 1 2001
    Anne-Kari Skarðhamar: Poetikk og livstolkning i Christian Matras' lyrikk : med et tillegg om Matras og færøysk lyrikk. Oslo: Unipub Forl, 2002 (Annales Societatis Scientiarum Færoensis : Supplementum ; 31)
    Anne- Kari Skarðhamar: ”Eftirskrift”. Í Yrkingar. Bókadeild Føroya Lærarafelags 2004

     

    Heiður:

    1965 Heiðursløn M. A. Jacobsen
    1980 Heiðursløn M. A. Jacobsen fyri fagurbókmentir

     


    Útgávur