Hjalmar Didriksen Apol

    Hjalmar Didriksen Apol er føddur í 1975, hann er uppvaksin í Havn, og býr í dag í Hoyvík. Hjalmar er útbúgvin grafikari (2000), margmiðlasniðgevi (2004) og námsfrøðingur (2012).

    Hjalmar hevur frá barnsbeini av verið sera kreativur, teknað nógv og verið hugtikin av bæði list og søguforteljing, tí lá tað til høgrabeinið at útbúgva og nema sær eitt yrki innanfyri layout og sniðgeving. Hjalmar fór aftur á skúlabonk í Keypmannahavn í 2009, har teldan bleiv skift út við menniskju, tí her nam Hjalmar sær útbúgving sum námsfrøðingur, við sergrein innan serøkið.

    Í dag arbeiður Hjalmar við menniskjum við sálarligum avbjóðingum. Grafiska yrkið er í dag eitt frítíðarvirksemi. 

     

    Útgáva:

    2020 Drongurin, sum rópti so illa

     


    Útgávur