Fyrilestur, ið varð hildin í útvarpinum í januar 1982.
Bernhard Brim, Guðrið Helmsdal, Hans Jacob Glerfoss, Steinbjørn B. Jacobsen, Arnbjørn Danielsen, Heðin Klein og mangir aðrir yrkjarar verða viðgjørdir í hesum fyrilestrinum.
Gunnar Hoydal (1941-2021) var føroyskur rithøvundur. Hann skrivaði stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingar, sangir og leikir og eisini yrkistekstir serliga um list. Eisini hevur hann týtt hópin av bókum til føroyskt.
Útgávur:
1984 Yrkjarar í fimti- og seksti-árunum. Skúlablaðið. Serblað
1999 Dalurin fagri
Heiður:
1982 M.A.Jacobsens virðisløn fyri fagurbókmentir
2002 Mentanarvirðisløn landsins