"Tá ið teir eru komnir næstan út á Boðanes aftur, hómar Bergur onkran á gøtuni næstan uppi við tyrlupallin. Tað er onkur, ið dragsar okkurt tungt. Hann hoykir seg niður aftan fyri ein klett fyri at hyggja nærri. Ronaldo leggur seg við síðuna av. Tað gongur ein lítil løta, áðrenn Bergur finnur útav, hvør tað er. Tað er Jesper. og tað,hann ber, er Barbaru."
Helle Thede Johansen (f. 1963) er fødd og uppvaksin í Danmark. Sum ung tók hon útbúgving sum fjarritara og sigldi nøkur ár verðina runt á handilsskipum hjá A.P. Møller. Tá ið tøkniliga menningin gjørdi tað møguligt at samskifta uttan fjarritara, fór hon í land og fluttu til Føroyar, og har hevur hon búð síðani miðskeiðis í 1980'unum.
Helle skrivar bæði á føroyskum og donskum. Felags fyri hennara tekstir er, at teir onkursvegna hava samskifti og sambond sum evni.
Útgávur:
2010 Vikarurin – Tey í 5.B
2011 Vinurin - Tey í 5. B
2014 Lokaða landið - Tey í 5. B