Vanvarði - Tóra 2

Elin Michelsen
Vanvarði - Tóra 2

Alt er ein ruðuleiki aftan á kvartaroyndina. Tað er Tórusa skyld, at Silja bleiv blakað úr sínum kvarti og knappliga noyðist at vera reyð. Fyri Tóru merkir nýggja støðan, at hon ikki longur skal brúka sína reyðu gávu, men læra at brúka lilla. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí lilla er als ikki sum reyða, og Tóra stendur aftur á berum.

Tóra flýggjar undan tonkunum og út í hagan, men knappliga er hon aftur við tann løgna varðan, sum hon sá áðrenn kvartaroyndina. Landslagið er fullkomiliga broytt, og krákan á varðanum kráar ávarandi eftir henni.

Sjálvt um alt sigur henni, at hon burdi farið avstað, vil Tóra ikki flýggja, so hon gongur enn eina ferð yvir til hina síðuna av varðanum fyri at vita, hvat hon sær, og langt burturi sær hon onkran koma gangandi millum grót og klettar. Hetta fólkið er so langt burturi, at Tóra ikki sær annað, enn at hetta er eitt fólk, og at viðkomandi gongur yvir móti sær.

- FUNNIN!

 

Huldufólk eru at finna í íslendskum og føroyskum tjóðminnum. Tey eru yvirnatúrligar verur, sum liva í náttúruni. Tey síggja út og bera seg at sum menniskju, men liva í einum parallellum heimi. Tey hava evnini at gerast ósjónlig, tá tey hava hug. (kelda: wikipedia.org).

Vanvarði er onnur bók í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

Útgávuár
2022
Rithøvundar
Upprunamál
Føroyskt
Myndir
Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permumyndini
Evni
Fantasy, ungdómur, huldufólk
Síðutal
384
Slag
Heft við klaffum
ISBN
9789997208163

Um høvundan

Elin Michelsen

Elin Michelsen (f. 1973) er rithøvundur úr Havn. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan.

Rimarúmið er fyrsta skaldsøgan hjá Elini, og fyrsta bókin í fantasy-røðini um Tóru. Onnur bók í røðini, Vanvarði, kom í 2022, og triðja og seinasta bókin, Feigdarfræ, kom á vári 2024. Í 2024 fekk Elin Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri tríverkið um Tóru.

 

Útgávur:

2024 Feigdarfræ - Tóra 3
2022 Vanvarði - Tóra 2
2021 Rimarúmið - Tóra 1

 

Heiður:

2024 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs