Marianna Debes Dahl (f. 1947) er føroyskur rithøvundur úr Vestmanna. Hon er útbúgvin lærari, men starvaðist eisini sum rithøvundur burturav í nøkur ár. Marianna var aktiv á vinstravonginum og skrivaði í kommunistiska blaðið Fríu Føroyar frá 1983 til 1993. Hon hevur umframt at skriva bøkur eisini framleitt ein hóp av sendingum til Útvarp Føroya.
Fyrsta bók hennara var Burtur á heiði, ein barnabók, ið vann fyrstu virðisløn í kapping um at skriva barnabók.
Útgávur:
1996 Burtur á heiði
1997 Úti á leysum oyggjum
2001 Flosi fer í føðingardag
Heiður:
1978 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs