Klassiska ævintýrið hjá Jakobi Jakobsen um trøllið hjá Pápaleysa í nýggjum sniði
Tveir brøður fáa vitjan av einum trølli, sum bukar og berjir teir og etur alt frá teimum. Teir megna ikki at standa ímóti tí, men so kemur Pápaleysi upp í leikin, og tá hendir tað øvuta. Pápaleysi bukar trøllið av. So kemur ein kongsdóttir upp í leikin, og hvussu er og ikki, so endar Pápaleysi við at gerast kongur.
Við bókini er fløga, har Páll Danielsen lesur ævintýrið, og Kim Hansen hevur gjørt tónleik
Jakob Jakobsen (1864-1918) var føroyskur málgranskari, føddur í Havn. Hann var av mongum bara róptur Dr. Jakobsen.
Tá ið hann hevði tikið studentsprógv var ætlanin at lesa franskt á universitetinum, men á Regensinum (á Garði) hitti hann íslendingin Boga Th. Melsteð, sum granskaði søgu. Hesin eggjaði honum til at lesa norrønt mál, tað gjørdi Jakob Jakobsen og varð liðugur við lesnaðin í 1891.
Hann hjálpti Hammershaimb við orðabókini og mállæruni í Færøsk Anthologi, og saman við V. U. Hammershaimb eigur hann lut í skapanini av føroyska skriftmálinum, skjalsannaði leivdirnar av gamla hetlendska málinum, har hann gjørdist doktari av ritgerðini Det norrøne sprog på Shetland. Hann savnaði eisini leivdirnar av hetlendska málinum í bókini Etymologisk ordbog over det norrøne sprog på Shetland.
Milum føroyingar er hann seliga kendur fyri at hava savnað sagnir og ævintýr, sum heimildarfólk fortaldu honum í bókini Færøske folkesagn og Æventyr 1892-93. Her sæst eisini, at Dr. Jakobsen og Hammershaimb ikki vóru samdir um, á hvønn hátt føroyskt mál eigur at stavast.
Útgávur:
1978 Føroysk ævintýr 1
2005 Trøllið hjá Pápaleysa
Heiður:
2005 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Trøllið hjá Pápaleysa (Grafik Studio)