Suphaya

Sonja Schneider
Suphaya
Solveig er 16 ára gomul og gongur í 10. flokki. Tað er júst blivið liðugt millum hana og Helga og hon hevur tað ógvuliga ringt av hesum. Men hon roynir at láta sum einki, livir lívið og fjastast við mannfólki. Tá ið hon fær illvarning av at hon kanska er uppá vegin, gevst hon at ganga í skúla. Hon hevur tað sera ringt, men hevur eina vinkonu at tosa við og skilir at hon má fáa skil á lívi sínum.
Útgávuár
1989
Rithøvundar
Upprunamál
føroyskt
Síðutal
150
Slag
innbundin

Um høvundan

Sonja Schneider

Sonja Schneider f. Sørensen (f. 1957) er rithøvundur úr Klaksvík. Hon flutti til Havnar í 1973. Tók læraraprógv í 1983, starvaðist nøkur ár sum lærari, men fór síðan niður at útbúgva seg sum psykoterapeut. Sonja hevur skrivað barna- og ungdómsbøkur, umframt arbeitt við sjónleiki. Hon vann fyrstu virðisløn fyri ungdómsbókina Suphaya í ungdómsbókakapping, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri í 1989.

 

Útgávur:

1989 Suphaya
1990 12 jólaleikir
1991 Í øðrum heimi
1992 Sóleygað horvið
1997 Leiðarljós
2006 Heystsuita (saman við Olavi Schneider)

Heiður:

1989 1. Virðisløn fyri ungdómsskaldsøguna Suphaya. Norðulandahúsið í Føroyum