Finnast dýr og skordýr, sum brúka ringan lukt at ræða við? Etur nakar mat, sum stinkar? Lukta tínir prumpar betur enn prumpar hjá øðrum? Og torir tú at gera eina prumpi-roynd?
Í bókini finnur tú svarini og eina trupla roynd.
Bókin er lilla faktakrabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.